Hart arbeiði hevur givið úrslit

Toppskjúttin í føroysku kvinnudeildini, Malena Josephsen, heldur, at hart arbeiði líka síðani februar mánað er atvoldin til greipuna í ár

Malena Josephsen hevur verið ein sera eyðsýndur leikari í kvinnudeildini í ár, og endaði hon kappingina við at vinna greipuna, umframt tað at hon gjørdist besti málskjútti.

Malena sigur, at hart arbeiði síðani í februar mánaði hevur verið atvoldin til góðu úrslitini hjá KÍ kvinnunum í ár.

- Vit byrjaðu longu at venja í februar, vit hava verið umleið tjúgu hvørjaferð, og tað hevur nú givið úrslit. Vit vildu vinna greipuna, og við hørðum arbeiði hevur tað nú eydnast okkum.

KÍ hevur ikki ligið á odda alt kappingarárið, tí eftir at tær triðseinasta leikumfar taptu heili 6-0 í Vági, var VB á odda. Men vikuna eftir bastu klaksvíkskvinnurnar VB á heimavølli 5-2, og so høvdu tær aftur kortini í hondini, áðrenn seinasta leikumfar móti Skála.

- Eg haldi, at dysturin, vit fara at minnast best, er 5-2 sigurin í Klaksvík móti VB, sum jú gjørdi, at vit aftur komu upp á ovastu rók.

- Munurin frá í fjør er tann, at vit hava havt bæði yngri og eldri leikarar við á liðnum, og tað hevur verið gott fyri liðið. Í fjør vóru tað næstan bara ungir leikarar, men í ár komu fleiri leikarar aftur til okkara. Í hesum sambandi nevnir Malena Bárðu Skaale, Margit Joensen og málverjan, saman við tvíburðunum Rannvá og Ragnu Andreassen, sum allar hava havt stóran týdning fyri liðið.

Malena heldur ikki, at kappingin í ár hevur verið hørð, tí tær hava jú vunnið móti teimum flestu toppliðunum.

- Nú taptu vit í Runavík, og tað kostaði okkum nógv. Í Vági var tað stormur, og vit komu ongantíð fyri okkum tann dystin. Men vit skuldu bara vísa teimum, at vit vóru betri, og tað gjørdu vit so við at vinna vikuna eftir í Klaksvík, endar nýklakti greipuvinnarin Malena Josephsen, sum í ár gjørdist toppskjútti í bestu føroysku kvinnudeildini við 17 málum.