Harry Wilson í Hull 85 ár

Í dag, fríggjadagin 19. september, fyllir Harry Wilson í Hull 85 ár

Harry er føddur í býnum Bury, stutt norðan fyri Manchester í Onglandi.
Harry var studentur, tá seinni heimsbardagi brast á, og hann varð kallaður inn í bretska herin, sum so mangir aðrir ungir menn tá. Upprunaliga var ætlanin, at hann skuldi sum hermaður til Suðurafrika, men seinni blivu boðini broytt, til at teir skuldu til Føroyar. Hann var í Sørvági í hálvtannað ár og flutti síðani til Havnar, har hann var í hálvt ár. Í Havn møtti hann Hannu Apol, dóttir Sannu, f. Reinert, ættað úr Norðradali, og Louis Apol, ættaður úr Hálandi, tey búðu tá í Havn.
Tað rann saman millum Honnu og Harry, og í 1948 giftust tey í Hálandi. Tey fóru síðan til Bretlands at búgva. Tá fór Harry at gera sína arkitektútbúgving lidna, sum hann var byrjaður uppá, áðrenn hann varð kallaður inn til hertænastu. Eina tíð búðu tey í Douglas á oynni Man, har Harry starvaðist sum arkitektur. Seinnu mongu árini hava Hanna og Harry búð í Hull, har hann fekk starv sum arkitektur hjá býarstýrinum, til hann fór frá vegna aldur. Í hjúnarlagnum fingu tey fýra børn, tveir synir og tvær døtur. Tann elsti teirra, Louis Wilson, sum býr í London, hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og skilir væl føroyskt. Hann er kendur av nógvum føroyingum bæði í Bretlandi og í Føroyum.
Hanna og Harry vitja vanliga umleið annaðhvørt ár í Føroyum. Tey eru limir í donsku sjómanskirkjuni í Hull, har tey millum ár og dag hava hitt nógvar føroyingar.