Harry Williams var tann einasti av manningini upp á seks mans, sum yvirlivdi flogvanlukkuna á Nakkinum í november 1942. Hendingin er lýst í sjónvarpssending, sum varð endursend fyri stuttum.
	Harry Williams og konan Ella vitjaðu á Tvøroyri, tá tey høvdu gullbrúdleyp í 1989. Eftir ta vitjanina søgdu tey, at hetta var besta vitjan teirra, og at tvørafólk vóru serstakliga blíð. 
	Hjúnini Williams hava seinnu árini búð hjá eini dóttir í Norwich, har tey eisini í fjør hildu diamantbrúdleyp.
	Harry Williams hevur verið frískur og ferðugur alla tíðina hóast høga aldurin.
	Um miðan november var hann so óheppin at detta og bróta beinið. Hann varð lagdur undir skurð, men kláraði ikki hetta fallið, og andaðist 1. december.
	Harry Williams fer til gravar í Norwich leygardagin 9. december.










