Harry S. Truman misti jagaraflogfar í havið

Flogberin er í Reyðahavinum, har skipið hevur verið við til at trygga altjóða skipaferðsluna í økinum móti houthi-álopum

Amerikanski herurin upplýsir, at flogberin, Harry S. Truman, sum er í Reyðahavinum, í dag misti eitt F-18 flogfar og eitt akfar av dekkinum.

 

Sum skilst, gliðu flogfarið og akfarið av dekkinum og í havið, og ein persónur fekk løstir. Einki verður sagt um, hvi óhappið hendi.

 

Flogberin hevur verið í Reyðahavinum, har skipið hevur verið við til at trygga altjóða skipaferðsluna, eftir at houthi'arar í Jemen hava framt fleiri álop á skip um hesar leiðir.

 

Í fjør heyst var flogberin, Harry S. Truman, á vitjan í Noregi, og tá varð sagt, at flogberin hevur fleiri stríðsflogfør umborð enn øll tann norska loftverjan eigur.

 

Tað er norska kringvarpið - NRK - sum endurgevur amerikanska herin fyri hendingina í Reyðahavinum í dag.