Harry Redknapp hugsar bara um Tottenham

Tað kom sum ein skelkur fyri fótboltsheimin, tá nú fyrrverandi enski landsliðsvenjarin, Fabio Capello, valdi at leggja frá sær. Harry Redknapp er favorittur at taka yvir, men sigur at hann fyribils bara hugsar um starvið sum venjari hjá Tottenham.

 

- Eg havi als ikki hugsa um tað. Eg havi sum er eitt starv og vit hava ein stóran dyst fyri framman um vikuskiftið. Eg hugsi bara um Tottenham, sigur 64-ára gamli Harry Redknapp í stuttari viðmerking við Sky Sports.

 

Fabio Capello kundi ikki góðtaka, at enska fótbóltssambandið valdi at taka liðskiparabandið frá John Terry. Tí legði italski venjarin frá sær sum enskur landsliðsvenjari eftir fýra ár í starvinum.

 

Harry Redknapp er sambært veddingarfyritøkum og bretskum fjølmiðlum besta boðið upp á ein nýggjan landsliðsvenjara.

 

Millum teir, ið alment hava boðað frá at teir vilja hava Harry Redknapp til venjara, eru Rio Ferdinand og Wayne Rooney. Tað hava teir báðir sagt umvegis Twitter.

 

Fabio Capello skuldi upprunaliga verða venjari fram til endan á EM endaspælinum í summar. Ongland skal nú finna ein nýggjan venjara og liðskipara áðrenn EM endaspælið. Stuart Pearce er settur sum fyribils venjari. Ongland skal seinni í hesum mánaðinum spæla venjingardyst móti Holland.