Harry Redknapp fríkendur

Tottenham venjarin er í dag fríkendur fyri ákærurnar um skattasvik í samband við sølu av leikarum í tíðini sum Portsmouth venjari. Táverandi eigarin av Portsmouth, Milan Madaric, er somuleiðis fríkendur fyri skattasvik.

 

Sakin snýr seg í stuttum um at Harry Redknapp í 2001 skal hava opnað eina konto í Monaco og flutt pengar har til fyri at sleppa undan at gjalda skatt. Talan er um yvir eina millión krónur.

 

Harry Redknapp hevur allatíð nokta seg sekan. Eftir 13 dagar í rættinum bleiv hann á middegi í dag funning ósekur. Tottenham venjarin er favorittur at taka yvir eftir Fabio Capello sum enskur landsliðsvenjari, tá hesin gevst eftir EM endaspælið í summar.