Í gjár bórust tíðindini um, at Bretski Harry prinsur skal giftast við amerikonsku sjónleikarinnuni Meghan Markle.
Les eisini: Hendan verður nú prinsessa
Tá trúlovingin í gjár varð almannakunngjørd, greiddi parið frá, at tey fyrstu ferð hittust á eini "blind date", sum ein felags vinur hevði skipað fyri. Harry Prinsur greiddi frá, at hann varð tikin á bóli, tá hann fyrstu ferð møtti Meghan Markle.
– Eg varð tikin á bóli, tá eg steig inn um gáttina og sá hana. Eg hugsaði tá, at eg mátti kýta meg, segði Harry prinsur við bretska miðilin BBC.
Harry prinsur fríggjaði til Meghan Markle heima hjá sær sjálvum á Kensington Palace fyrr í november mánaði, í meðan tey matgjørdu.
– Tað var gleðiligt og óvæntað. Tað var fitt, natúrligt og sera romantiskt, segði Meghan Markle við BBC.
Ringurin, sum Harry prinsur gav Meghan Markle hevur millum annað diamantar úr gimsteinasavninum hjá mammu Harry, Dianu prinsessu. Parið greiddi frá, at tað hevur nógv at siga fyri tey, at Diana prinsessa er við í tilgongdini á hendan hátt, og Harry heldur, at mamma hansara og Meghan Markle høvdu verið góðar við hvørja aðra.
– Slíkir dagar sakni eg at hava hana her og at siga henni góðu tíðindini. Eg eri tó vísur í, at hon er við okkum og er glað okkara vegna, segði hann.