Harry prinsur fer einsamallur til krýning hjá Charles

Harry prinsur kemur uttan konuna, Megan, til krýningina av Charles kongi í mai

 

Heldur ikki børn teirra, Archie og Lilibet koma við.

Tað upplýsir talsfólk fyri bretska kongshúsið sambært tíðindastovuni Reuters.

Charles kongur, sum er pápi Harry prins og William Prins, verður krýndur sum kongur 6. mai.

Harry prinsur og Meghan hertúginda tóku seg aftur sum fremstu limir í bretska kongshúsinum í 2020.

Síðani hava tey fleiri ferðir alment greitt frá um upplivingar teirra av at vera ein partur av bretska kongshúsinum og brotið við stovnin.

Millum annað er ein Netflix-dokumentarur gjørdur. Fyrr í ár gav Harry út sjálvsævisøgun »Spare«.

/ritzau/