Harry prinsur í bardaga ímóti talebanum

Yngri sonur Dianu prinsessu hevur verið, har tað leikar harðast á í Afganistan Harry prinsur, sum er 23 ára gamal hevur saman við monnunum í herdeild sínari verið í bardaga við talebanar í Afganistan. Harry hevur verið partur av bretsku herdeildini í Afganistan hesar seinastu 10 vikurnar.

Bretska herleiðslan gjørdi eina avtalu við bretsku pressuna, at eingin av teimum skuldi siga frá, at Harry prinsur var í hertænastu í Afganistan. Hetta av trygdarávum. Men nú hava fjølmiðlar í øðrum londum likið tíðindini út.

Bretska herleiðslan er ógvuliga vónbrotin av, at útlendskir fjølmiðlar hava sagt søguna um hertænastuna hjá Harry prinsi, uttan at hava tosað við teir fyrst. Harry hevur fingið seg veruliga royndan: ?Eg havi ikki verið í brúsu í 4 dagar. Eg havi ikki vaskað klæði míni í eina viku. Tað kenst væl at verða ein vanligur persónur. Hetta verður óivað tað nærmasta eg komi tí støðuni.?

Gordon Brown hevur sagt, at alt Bretland kennir stóran stoltleika av tí dirvinum, sum Harry prinsur hevur sýnt í verki.