Trupulleikin er, at aðrir ritøvundar nú royna at gera sama bókasølubragd sum J.K. Rowling, og harvið lækkar góðskan á barnabókum.
Tað staðfesti italiski professarin í bókmentum, Antonio Faeti, á heimsins størstu barnabókaráðstevnu í Bologna herfyri, har hann stóð á odda í dómsnevndini, sum lat Bologna Ragazzi virðislønina
- Kring allan heim sita høvundar nú og stremba eftir at skriva okkurt, sum líkist Harry Potter. Úrslitið er, at barnabøkur nú á døgum eru alt ov einsháttaðar, umframt at alt ov nógvar slíkar bøkur verða givnar út, heldur professarin, sum sigur seg ongantíð hava upplivað nakað líknandi tey 50 árini, hann hevur granskað barnabókmentir.
Á norska Dagbladet er bókaummælarin, Cathrine Krøger, samd við Faeti í, at barnabøkur eru vorðnar alt ov líkar.
- Tað loysir seg betri at selja hundrað eintøk av somu bók enn hundrað ymiskar bøkur. Ongin ivi er um, at nógva hólið kring hetta ávísa slagið av barnabókum oyðileggur nógv, sigur Catherine Krøger.
Júst hvør hermir eftir hvørjum tykist tó heldur óvist, tí í løtuni situr J.K. Rowling í rættinum, ákærd fyri at hava stolið søguna um Harry Potter frá einum filmi.
Á ráðstevnuni var tað annars ein norðmaður, teknarin Øyvind Torseter, sum vann Bologna Ragazzi virðislønina fyri bestu barnabókina í ár.









