Harry Potter og kamarið við loynidómum

Niðurteljingin er byrjað. Komandi fríggjakvøld verður næsti filmurin um Harry Potter framsýndur í Havnar Bio

Um eina lítlu viku verður filmurin um Harry Potter og vinfólk hansara í Hogwarts frumsýndur í Føroyum. Hesin, sum er tann næsti í røðini um Harry Potter, eitur í føroyskari týðing, Harry Potter og kamarið við loynidómum. Forsølan er byrjað fyri tveimum vikum síðani og væl gongst at selja. Fyrsti filmurin um Harry Potter var frumsýndur seinasta heyst og hann telist millum tíggju teir best umtóktu filmirnar, sum nakrantíð eru sýndir í Føroyum. Umleið 6000 fólk sóu hann. Frumsýningin í USA og Onglandi av nýggja filminum var í gjárkvøldið.
Søgugongdin í næsta filminum fer fyri ein stóran part fram í Hogwarts. Harry gleðir seg at byrja annað árið í Hogwarts, skúlanum fyri gandakynstur og galdralist, men ikki gongst, sum ætlað. Í fyrsta lagi roynir onkur at forða honum at sleppa í skúlan aftur, og tá ið tað hóast alt eydnast, verður einki sum ætlað, tí óndar maktir gera um seg og leggja eftir næmingunum av muglaraætt.
Ummælarar og serkøn eru á einum máli um, at hesin filmurin er betri enn tann fyrsti, so tað skuldi borgað fyri góðum. Aftur er tað Chris Columbus, sum hevur leikstjórnað. Sjálvur hevur hann sagt, at hann hevur lært nógv av fyrsta filminum og tí er nógv blivið betri. Í fyrsta filminum varð stór orka løgd í at lýsa heimin rundan um Harry ógvuliga væl og nágreiniliga, bæði viðvíkjandi galdralistini og persóninum Harry.
- Í næsta filminum er øðrvísi. Farið verður beint í frásøgnina og ævintýrið, greiðir David Heyman, framleiðari, frá á eini heimasíðu um Harry Potter.
- Harry Potter og kamarið við loynidómum er daprari og samstundis stuttligari, og vísir aðrar síður av Harry. Fyrsti filmurin var fyri ein stóran part um, at Harry skuldu gera sær sjálvum greitt, at hann í grundini er ein gandakallur. Meginpartin av fyrsta filmi hevði hann ilt við at skilja galdralistina og fóta sær sum gandakallur. Í nýggja filminum er Harry komin til sættis við, hvør hann er og hvat hann kann longu frá byrjan.
Bøkurnar
Bøkurnar um Harry Potter eru ikki lættur og skjótur lesnaður. Tær eru drúgvar og fevna víða, men tað hevur ikki hildið lesarunum aftur. Tvørturímóti. Tískil eru filmirnir um Harry Potter eisini langir, men sum Chris Columbus sigur:
- Viðhaldsfólkini hjá Harry Potter høvdu verið vónsvikin, um ov nógv vantar í filminum. Tá børn kunnu lesa eina bók, sum er 700 blaðsíður (tann fjórða í røðini), kunnu tey eisini hyggja at einum filmi, sum er tveir og ein hálvan tíma.
- Ístaðin fyri at royna at taka yvir hugflogið hjá lesarunum, hava vit givið best hugsandi útgávuna av bókini á filmi.
Fýra bøkur eru nú skrivaðar um Harry Potter og vinfólk hansara í Hogwarts, og tveir filmir gjørdir. Tann fjórða bókin kemur í næstum út í føroyskari týðing undir heitinum Harry Potter og Eldbikarið. Henda bókin er tann skjótast selda bók-in í heiminum nakrantíð. Malan Háberg Andersen hevur týtt til føroyskt, og eins og hinar bøkurnar um Harry Potter, gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags eisini ta fjórðu út.
Triði filmurin
Farið verður undir triðja filmin rættiliga skjótt, Harry Potter og fangin úr Azkaban, men um fjórða bókin eisini verður gjørd til film, er enn ivasamt. Bókin er rættiliga drúgv, upp ímóti 700 blaðsíður, og skal hon gerast til film, verður helst talan um tveir filmir, sum verða lidnir sama ár.
Í farna mánaði leyp Chris Columbus, leikstjóri, út í orð, at hann roknaði við, at tey trý, Daniel Radcliffe, Emma Watson and Rupert Grint, ið spæla vinfólkini Harry, Hermione og Ron, altso høvuðspersónarnar, eftir øllum at døma fara at gevast eftir, at triðji filmurin, er liðugur. Framleiðslan av hesum filminum byrjar í mars komandi ár og er væntandi liðug á summri í 2004.
- Míni ráð til teirra er, at tey eiga at vera børn, meðan tey kunnu, hevur Chris Columbus sagt við Reuter.
Spurdur, um hann ætlar sær at gevast, sigur Daniel Radcliffe, at hann heilt vist ætlar at vera við í triðja filminum.
- Hvussu verður við tí fjórða, veit eg ikki enn.
Fyrsti filmurin um Harry Potter vóru eisini fyrstu leiklutirnir hjá Emma Watson og Rupert Grint, ávikavist 11 og 13 ár, sum spæla vinfólkini hjá Harry. Daniel Radcliffe hinvegin hevur longu, hóast bert 12 ára gamal, fleiri leiklutir aftanfyri seg.
Filmurin hevur sum vera man ikki verið bíligur at gera. Ikki minni enn 125 mió. pund hevur hann kostað. Bert filmsrættindini kostaðu 700.000 pund. Chris Columbus var millum nógvar navnframar leikstjórar valdur at leikstjórna filminum, tí hann lovaði at verða trúgvur ímóti handritinum, sum er ein treyt frá sjálvum høvundinum. Og høvundurin. J. K. Rawling er ikki ávirkan. Hon hevur valt nógvar av høvuðsleikarunum, eitt nú tey, sum spæla Hagrid, Snape, Dumbledore og McGonagall.