J. K. Rowling, sum skrivaði Harry Potter bøkurnar, viðgongur nú, at hon eisini eigur krimiskaldsøguna 'The Cuckoos Calling', sum kom út fyrr í ár. Bókin varð annars útgivin við Robert Galbraith sum høvundi, skrivar ritzau/AFP sambært dr.dk.
Hetta hevur Sunday Times avdúkað sambært dr.dk. Enska blaðið fekk illglruna um, at Robert Galbraith, ið forlagið lýsti sum fyrrverandi hernaðarmann, sum nú starvast í privatu trygdarvinnuni, ikki var rætti høvundurin.
47 ára gamla Rowling, sum eigur trý børn, er ikki so fegin um at verða avdúkað.
- Eg hevði vónað at kunnað hildið tað loynilligt eitt sindur longur, sigur enski høvundurin.
Ein orsøk til, at navn hennara varð hildið loynt, var at sleppa undan, at Harry Potter viðhaldsfólk um allan heim skuldu standa á rað at keypa bókina, bara tí navnið hjá Rowling stóð á bókarygginum.
- Tað hevur verið stórt at geva eina bók út uttan ovurstóru vónirnar og ógvusliga miðlaumrøðu. Og tað hevur verið ein fragd at fáa ummæli undir øðrum navni, sigur Rowling.
'The Cuckoos Calling' er um ein fyrrverandi hermann, sum varð særdur í Afghanistan. Aðrir krimihøvundar róstu bókini, tá hon kom út í apríl. Ein segði hana vera vakurt skrivaða og sera spennandi.
Sambært Sunday Times eru 1500 bøkur seldar, og onnur útgáva er á veg.
Bókin kom út á forlagnum Little, Brown Book Group, sum eisini gav fyrstu skaldsøguna hjá Rowling fyri vaksin - 'The Casual Vacancy' - út í fjør.
Tær sjey bøkurnar um Harry Potter eru seldar í meir enn 400 milliónum eintøkum um allan heim og eru gjørdar til átta sera vælumtóktar filmar.
(foto: hypable)









