Harry í Piddasa Handli

Runavíkingurin Harry Knudsen lat hósdagin upp málningframsýning í Piddasa Handli. Framsýningin endar tann 13. august

Runavík: Í gjár, hósdagin 7. august, lat Harry Knudsen upp málningaframsýning í Piddasa Handli.
Harry er 27 ára gamal og búsitandi í Danmark. Áðrenn ólavsøku hevði hann eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, og eisini hevur hann áður havt framsýning í hølunum hjá fyritøkuni Crawford í Danmark.
Nú er runavíkingurin so at síggja á heimavølli. Framsýningin verður opin til mikudagin 13. august.