Bretski Harry prinsur og Meghan hertúgafrúa taka seg nú aftur sum sjónskir limir í bretsku kongsfamiljuni.
Tað upplýsir parið á Instagram.
– Eftir umhugsan í fleiri mánaðir og innanhýsis kjak hava vit valt eitt skifti í hesum árinum fyri at fara undir at skapa okkum ein framsóknan leiklut innan hendan stovnin.
– Ætlan okkara er at víkja eitt sindur sum »seniorlimir« í kongsfamiljuni og arbeiða fyri at gerast búskaparliga sjálvstøðug, meðan vit halda fram við fult út at stuðla hennara hátign drotningini, siga tey bæði í uppslagnum.
Parið upplýsir víðari, at tey hava æltanir um at viga sína tíð ímillum Bretland og Norðuramerika, meðan tey halda fram við at røkja sínir skyldur mótvegis Elisabeth drotning og brestka Commonwelth.
– Landafrøðiliga javnvágin fer at gera okkum før fyri at ala upp son okkara við viðurkenning av kongaligu siðunum, sum hann er føddur til, meðan vit eisini geva familju okkara pláss til at savna seg um næsta kapittul.
– Herundir kunning um okkara nýggju vælgerandi eind, skrivar parið.
Tey leggja afturat, at tey gleða seg til at kunna almannakunngeraa nærri smálutirnar.
Boðini koma eftir eitt trubulent ár fyri kongaliga familjuna.
Parið hevur leingi havt trupul viðurskifti við miðlarnar. Í oktober legði bretski prinsurin sak ímóti fleiri bretskum bløðum.
Kongaliga parið hevur lagt Daily Mail undir á ólógligan hátt at hava almannakunngjørt eitt privat bræv frá Meghan. The Sun og The Daily Mirror eru stevnd fyri hakkaraálop ímóti telefonum.
Samstundis hevur ljóðað, at viðurskiftini hjá Harry við bróðurin William prinsur, eru kølnað.
Harri prinsur fríggjaði til amerikanska sjónleikaran Meghan Markle í 2017 eftir at tey høvdu kenst í hálvt ár ella so. Tey bæði vórðu gift í mai í 2018. Umleið eitt ár eftir kom sonurin Archie, í heimin.
/ritzau/