Harry Motor ella Harry Jensen, sum var hansara upprunaliga navn, gjørdist kendur tá hann fyrst í 60-unum varð settur sum sølustjóri hjá Volvo í Danmark. Hann fekk skjótt Volvo til mest selda bilmerki í Danmark. Hetta førdi við sær, at hann varð sendur til Australia at selja Volvo bilar. Har hendi akkurát tað sama.
Harry hevði í mong ár tekniska brævkassan í Motor, limablaðnum hjá FDM. Nógv fólk skrivaðu inn til hann, og harav kom navnið Harry Motor. Hann var eisini kendur frá donskum sjónvarpi og radio.
Eftir at Harry gavst hjá Volvo fyrst í 80-unum, fór hann at halda fyrilestrar um sølu og leiðslu. Hann var eisini í Føroyum og helt fyrilestrar á Hotel Føroyum fyri leiðarum og fólki í handilsvinnuni.
Hann var virkin til tað seinasta og helt yvir túsund fyrilestrar. Eisini gav hann út 21 bøkur.











