Harry Kane komin í gongd

Enski landsliðsáleyparin skoraði tvey mál, tá Tottenham í dag vann 3-0 á útivølli móti Everton

 

Toppskjúttin í Premier League frá í fjør, Harry Kane, átti enn síni fyrstu mál til góðar hetta kappingarárið, undan truplu uppgerðini hjá Tottenham móti Everton í dag.

 

Men í dag bragdaði tað hjá vandamikla enska áleyparanum. Harry Kane skoraði ikki færri enn tvey mál, tá Tottenham vann 3-0 á útivølli móti Everton. Hitt málið hjá Tottenham skeyt danski stjørnuspælarin, Christian Eriksen, sum hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá kappingarárið í Premier League.

 

Av øðrum dystum í Premier League, var mest áhugaverdi dysturin á King Power leikvøllinum í Leicester, har meistararnir frá í fjør og fyrraárið hittust. Tann dystin vann Chelsea 2-1, eftir at teir høvdu verið á odda 2-0.

 

Arsenal, sum seinast fekk bank á útivølli móti Liverpool, fekk í dag uppreisn, tá teir á heimavølli vunnu 3-0 móti Bournemouth. Hjá Arsenal skeyt Danny Welbeck tvey mál, meðan Alexandre Lacazette skoraði hitt.

 

Seinasti dysturin í Premier League í dag verður spældur klokkan 17:30, tá Stoke á heimavølli tekur ímóti Manchester United

 

Úrslitini í Premier League í dag:

 Manchester City – Liverpool 5-0

Arsenal – Bournemouth 3-0

Brighton – West Bromwich 3-1

Everton – Tottenham 0-3

Leicester – Chelsea 1-2

Southampton – Watford 0-2