Harry Kane: Eg havi ikki noktað at koma til venjing

Nógv hevur verið prátað um enska áleyparan, Harry Kane, ið sambært fleiri skiftir felag í summar.

Harry Kane: Eg havi ikki noktað at koma til venjing

 

 

 

Flytingargluggin í fótbólti er virkin, og eru ymisku feløgini farin í holt við at skapa hópin, ið skal vinna teimum dystir komandi kappingarár. Nógv hevur verið prátað um enska áleyparan, Harry Kane, ið sambært fleiri skiftir felag í summar. Álopsspælarin, sum hevur verið álitið hjá Tottenham í fleri ár, hevur mangan víst á, at hann fegin vil vinna nøkur heiðursmerki skjótt.

 

 

 

Leysasøgurnar vórðu bert fleiri, tá ið Kane ikki møtti upp til fyrstu venjingarsavningina eftir summarferiuna. Nú hevur Kane tó givið boð út um, at hann ikki sjálvur noktaði at venja, og at hann ikki vil koma nágreiniliga inn á støðu hansara. Harafturat takkar hann fyri, at áskoðararnir altíð hava stuðlað honum øll 10 árini, ið hann hevur spælt fyri Tottenham.

 

 

 

Manchester City hava júst váttað keypið av Jack Grealish, og tískil eru ábendingar um, at Kane ikki endar í sama felag vegna fíggjarligu krøvini í fótbóltslógini. Spenningurin er tískil í hásæti, tí allir møguleikar eru opnir, og sita flest allir Tottenham áskoðarar ytst á stólinum og vóna, at Kane verður verandi í felagnum.