Harry Kane ætlar sær steypið

Champions League: Harry Kane var stóri maðurin í gjár

Bayern Munchen vendi uppgerðini móti Lazio og sendi týsku risarnar í fjórðingsfinaluna. Kylian Mbappé greiddi setningin fyri PSG.

 

Bayern Munchen (0) – (1) Lazio 3-0 (2-0)

 

Bayern Munchen vinnur samanlagt 3-1

 

1-0 Harry Kane, 38

 

2-0 Thomas Muller, 45+2

 

3-0 Harry Kane, 66

 

Tað er ein minni kreppa í Bayern Munchen, men tað kom ikki til sjóndar í gjár. Hóast felagið ikki sær út til at vinna 12. meistaraheitið upp í slag og venjarin ikki heldur fram komandi kappingarár, so vísti Bayern Munchen styrki í uppgerðini móti Lazio.

 

Stóri spælarin á vøllinum var Harry Kane, sum skoraði tvey mál. Eitt í fyrra hálvleiki og eitt í seinna hálvleiki. Hann hevur enn ikki vunnið eitt steyp í síni yrkisleið, men enn hevur hann møguleikan at vinna Champions League í ár.

 

Real Sociedad (0) – (2) Paris Saint Germain 1-2 (0-1)

 

PSG vinnur samanlagt 4-1

 

0-1 Kylian Mbappé

 

0-2 Kylian Mbappé

 

1-2 Mikel Merino

 

Tað var ongin slingur í valsinum hjá Paris Saint Germain, sum í gjár vann 2-1 á Real Sociedad o ger víðari við einum samanlagduum sigri á 4-1. Kylian Mbappé sigst vera ónøgdur í PSG, men tað sást ikki í gjár. Hann skoraði tvær ferðir.

 

Champions League 1/8:

 

RB Leipzig – Real Madrid 0-1

 

FCK – Manchester City 1-3

 

PSG – Real Sociedad (Samanlagt 4-1)

 

Lazio – Bayern Munchen (Samanlagt 1-3)

 

PSV – Borussia Dortmund 1-1

 

Inter Milan – Atletico Madrid 1-0

 

Napoli – FC Barcelona 1-1

 

FC Porto – Arsenal 1-0