Harry Hansen 70 ár

Í gjár, mánadagin 4. august, fylti Harry Hovman Hansen á Toftum 70 ár. Fyri arbeiðstíð heiðraði streingjakórið í missiónshúsinum føðingardagsbarninum við sangi uttanfyri heimið uppi á Regni. Seinni fóru Harry og konan til Havnar, har dreingirnir búgva, og teir tríggir – synirnir báðir og 70 ára føðingardagsbarnið – runnu sær ein góðan túr, áðrenn føðingardagurin varð hildin saman við teimum næstu.

 

Tað er ivaleyst í sambandi við renningina, at fólk kring landið komast við Harry. Tá ið elsti sonurin, Absalon, í áttati árunum og upp í níti árini gjørdi nógv við renningina og vann gull á maratonteininum á Oyggjaleikunum í Føroyum í 1989, varð pápin eisini bitin av renningini.

Harry hevur altíð verið áhugaður í ítrótti, og tað hevur ligið væl fyri í eitt nú bóltspæli og fimleiki. Seinnu árini hevur Harry luttikið í nógvum rennikappingum, hann var ein av ábyrgdarpersónunum í Hjartafelagnum og í at skipa fyri kappingum í frælsum ítrótti á Svangaskarði, og hann rennur framvegis. Tá ið Norðoyatunnilin varð latin upp fyri gott og væl tveimum árum síðani, rann hann av Nesi og umvegis fleiri kirkjur og norður til Klaksvíkar. Og í summar hevur hann runnið úr Elduvík og út á Toftir, umframt at hann ofta fer teinin teir tíggju kilometrarnar runt Toftavatn ella út á Nesvatn og Eystnes.

 

Harry er toftamaður, og hann hevur alla sína tíð búð á Toftum. Hann var yngstur av teimum níggju børnunum hjá Hansinu, sum var ættað úr Elduvík, og Antoni Hansen, sum var úr Túni á Toftum.

 

Harry var blaðungur, tá ið hann fór til skips. Hann var tiltikin nærlagdur og skjótur egnari og var eitt nú við Vesturhavinum Blíða og Columbusi, umframt at hann eisini róði út í Grønlandi.

 

Tá ið hann var tilkomin, lærdi Harry til rørleggjara hjá Bjarna Hansen í Runavík. So var hann maskinmaður á flakavirkinum Nyki í nøkur ár. Lívsstarvið fór Harry undir í 1980, tá ið hann gjørdist skúlatænari í Tofta skúla, sum júst tá varð útbygdur. Umframt at taka sær av skúlanum, hava Harry og konan í mong ár tikið sær av at passa svimjihylin í Tofta skúla.

 

Ídni, nærlagni og trúfesti hava eyðkent tey bæði, og tað hevur verið tiltikið, hvussu væl skúlin og svimjihylurin á Toftum hava verið røkt og umsitin.

 

Síðani í fjør, tá ið Harry segði starvinum í skúlanum farvæl, hevur hann arbeitt í Valhalla og í egninarskúrunum á Toftum. Áhugin fyri seyði og seyðahaldi hevur altíð verið góður, og Harry hevur framvegis seyð. Hugurin at arbeiða er tann sami, og hóast árini nú eru 70, so eru orkan og evnini framvegis góð.

 

Harry er giftur Emmu, sum eisini er ættað av Toftum. Foreldur hennara vóru Nanna og Wenzel Olsen ella Wenzel í Køkinum, sum hann varð nevndur. Emma og Harry fingu fýra børn: Absalon (1959), Wenzel (1963-2006), Hansy (1969-1970) og Hans (1973).

 

Styrkina og troystina at bera saknin og sorgina eftir missin av tveimum børnum hava Emma og Harry leitað sær hjá honum, sum er kærleikin, og sum hevur alt vald í himli og á jørð. Tey eru trúgv í kirkjuni og missiónshúsinum, og Harry er altíð klárur at avleggja ein vitnisburð. Teimum báðum hevur dámað væl at ferðast, og nú gleða tey seg til seinni í heyst at vitja í heilaga landinum.

 

Absalon hevur verið toftamaður í Havn, síðani hann var blaðungur. Fyri einum ári síðani flutti Hans til Havnar, eftir at hava búleikast í Århus í fleiri ár. At lítla Emma nú er komin so mikið nær, at tað er møguleiki hjá henni ofta at vitja hjá ommuni og abbanum á Toftum og hjá teimum báðum at vitja ommu- og abbadóttrina í Havn, er fallið í ógvuliga góða jørð.

 

Hjartaliga tillukku Harry! Tær og tínum verður ynskt alt tað besta.

 

Skyldmaður