Bretska herleiðslan hevur gjørt av, at Harry prinsur skal ikki til Irak fyribils. Sambært blaðnum The Sun hevur herleiðslan útsett ferðina, tí Harry og felagar hansara í deildini skulu fáa betri stundir til tær seinastu fyrireikingarnar.
Ein irakskur uppreistrarbólkur hevur hótt við at gera seg inn á Harry, kemur hann til Irak sum bretskur hermaður, men tað er ikki greitt, at hetta hevur nakað samband við avgerðina um at útseta ferðina til Irak, skrivar The Sun.