Amerikanski sjónleikarin, Harrison Ford, slapp í øllum góðum frá eini neyðlending við einum privatflogfari sunnudagin.
Harrison Ford, sum var við í fyrru triologiini við Star Wars, hevur eftir øllum at døma lært eitt sindur frá teimum endaleysu ferðunum úti í rúmdini, tá hann var skipari á einum rúmdarførunum, tí hann hann kláraði at neyðlenda sítt privatflogfar, tá tað komin í ógvusligan vind.
Í Star Wars var hann piloturin Han Solo, men hesaferð snúði teg sum hansara egna lív. Beechkraft-flogfarið, sum tekur seks fólk, fóru úr Fort Wayne í Indiana og neyðlendi áí Lincoln Municipal flogvøllinum. Ein ónavngivin persónur var saman við Harrison Ford í flogfarinum, men hvørgin fekk nakra skaða av hendingini.