Harrin veitir hjálp í royndartíma

- Tað kann vera torført at varðveita hjartað í kvirru, tá tíðir eru harðar, og sorgin rakar, segði Havstein Klein, sóknarprestur í talu á minningarhaldi teirra sjólátnu í dag.

 

Bíða í kvirri, sál mín, Guði, frelsa mín kemur frá honum! (Sl. 62,2).

- Vit eru komin higar til tess at minnast okkara kæru og at sýna teimum virðing. Góðu tit, fyri tíð síðani mistu tit onkran, sum stóð tykkum nær, ella onkran sum ein mamma ella pápi høvdu kæran. Trúliga eru tit komin higar á hvørjum ári. Trúliga hava tit bíðað Harranum. Trúliga hava tit verið í kvirru fyri Gudi faðirinum, sum valdar øllum. 

Soleiðis byrjaði Havstein Klein, sóknarprestur, taluna, hann helt á minningarhaldum í Skálavík, Sandi og Skopun í dag.

Hann vísti á, at tað kann vera torført at varðveita hjartað í kvirru, tá tíðir eru harðar, og tá sorgin rakar. Tá freistast vit og gerast friðleys. Ivi, sorg og kenslan av hjálparloysi floymir inn yvir okkum. Ófriðurin tekur til, og vit leita eftir hjálp. Men, trúgvin leitar ikki, tí hon veit, hvar hjálpin er at finna: Bíða í kvirri, sál mín, Guði, frelsa mín kemur frá honum! (Sl. 62,2).

- Í tungum tíðum verður trúgvin roynd. Tá síggja vit, um álit okkara stendur við - ella, um tað er sum stráið, ið sveiggjar higar og hagar í vindum. Tí, um vit hava álit á Harranum Jesusi, so hvílir trúgvin seg hjá honum og fær føðslu sína frá honum. 

##med2##

Havstein Klein vísti á, at ivi tó kann sníkja seg inn at hjarta okkara. Er nú alt, soleiðis sum Jesus sigur tað at vera? Er tað veruliga inni hjá honum, at vit kunnu hvíla okkum? Er hann sum hin góða havnin, har vit kunnu finna lívd fyri lívsins ódnum?

- Hvar fara vit við tílíkum tilveruspurningum? Mestur gera vit best, um vit leita til hansara, sum kann veita hesa hvíld, og sum kann veita okkum hjálp í royndartíma. Harrin er okkum nær. Hann er við okkum í royndartíðum. Og eina mest er hann okkum nær, tá vit kenna okkum í djúpastu neyð. Tað er jú tí, at vit í vanda leita okkum til Harrans. Men, ikki einans tá, tí vit vita, hvønn vit skulu venda okkum til.

Havstein Klein vísti í talu síni á eitt brot í NRK, sum er norska kringvarpið. Hetta var um ein mann, sum var burturfluttur og hildin aftur. Tað var so týðiligt, hvussu trúgvin hjálpti honum. Hann bað til Gud, og beint tá varð hann hjálptur. Maðurin takkaði Gudi fyri, at hann varð hjálptur.

##med3##

- Tað er gott at veita Gudi tøkk og virðing fyri tað, sum hann hevur gjørt. Men, tað eru tey, sum uppliva ikki at verða hoyrd. Tað eru tey, sum uppliva, at tey ikki fingu ta hjálp, sum tey kendu seg at hava tørv á. Men, tá skalt tú vita, at hóast hetta, so er Harrin tær nær. Hann er nær hjá teimum sum líða. Hann er nærri, enn vit geva okkum far um.

"Bíða í kvirri, sál mín, Guði, frelsa mín kemur frá honum!"

- Frelsan kemur frá Gudi várum. Hann sendi okkum Jesus Kristus, son sín at doyggja í okkara staði. Frelsan kemur frá honum.

Sóknarpresturin vísti á, at Jesus Kristus er sum hin trygga havnin. Hann er hin trygga og góða himmalska havn - havnin, har sál okkara leingist at leggja at. Og tá, hon leggur at - ja, tá syngja vit sum í seinasta ørindi í sálminum nr. 584: "Eg sigla man yvir lívsins hav...", sum H.A. Tandberg yrkti og Maurentius S. Viðstein umsetti til føroyskt: 

##med4##

Lat akker falla! Eg náddi havn,

farvæl, tú ótrygga bylgja!

Eg leggi meg í hans kærleiksfavn,

sum trúgvur mær vildi fylgja.

Hoyr, kendar røddir meg blíðar kalla,

nú stilt mítt akker man niður falla

í tryggu, sælu hvíldarhavn!