Harrin kemur brátt. Verðins endi???

Jákup Vang, Tvøroyri

Ein kona spurdi meg, hvat hetta var fyri nakað, sum hendi í Pakistan og har um leiðir? Hon kundi ikki góðtaka at, sum hon segði, óskyldug børn lógu undir húsaleivdum og píndust í langa tíð fyri síðani at doyggja. Sum eg skilti, gav hon Gudi ábreiðslur fyri hetta.
Ja  vit standa spyrjandi? Og hvat er svarið?
Vit hava einans Bíbliuna at leita til og har er eisini nógv at finna.
Harrin Jesus hevur sjálvur sagt, at um vit ikki venda um og trúgva evangeliinum, skulu vit doyggja í syndum okkara.
Í Opinberingsbókini um síðstu dagar, ávarar Gud menniskjuni, við at hella út vreiði skálir. Men einki hjálpti. Tó at ólukka eftir ólukku rakti menniskjuni við plágum og deyða, vendu tey ikki við. Men  tvørturímóti, tey bannaðu Gudi fyri plágurnar.
Endatíðin nærkast. Sum Bíblian klárt sigur frá.
Vit hoyra og síggja ófrættatíðindi frá allari verðini.
Kríggj, uppreistur, jarðskjálvtar, ódnir, skriðulop, flóðaldur, hungursneyð, farsóttir sum aids, lógloysi og terror, mafian breiðir seg bæði eystur og vestur, narkotikasølan økist, harðskapur harðnar, neyðtøka og annað lógloysi tekur til, pedofili og incest.
Tann stóra siðspillan, homoseksualitetur, tekur dik á seg, og endin er nær.
Lógloysi økist, tí kærleikin kølnar millum menniskju.
Alt hetta, sum hendir, er ein ávaring til okkum um at venda við og ákalla Harran Jesus, um náði og frelsu.
Harrin Gud hevur sanniliga verið náðigur og langmóðigur. Í 2000 ár hava tey góðu tíðindi ljóða. Men  nú er tíðin við at renna út, tað hevur skund at verða bjargaður.
Jesu afturkoma er nær fyri durum. Hvussu nær, veit eingin. Men  tíðartekini fyri afturkomu Harrans eru týðilig, sum skrivað er um í Bíbliuni.
Einki menniskja, sum hevur nakrar hjartakenslur, kann vera blint fyri, at ondskapurin í heiminum í dag er ræðuligur. Og tað er týðiligt, at djevulin leikar í, sum ongantíð fyrr. Tí, hann veit, at hansara tíð er brátt úti.
Vakið og biðið. Harrin er nær. Sum Hann sjálvur sigur: Eg komi sum tjóvur á nátt.