Harra P. Weihe, granskari

Hanna Lisberg
Tórshavn, 18.04.05
????
Í gjár hoyrdi eg um ta áhugaverdu kanning av eini flættu.
Eg kom at hugsa um, hvussu tað hevur ávirkað okkum klinikkassistentar tá í tíðini.
Sum ung var eg 4 ár hjá tí einasta tannlækna í Føroyum, O. Kaaber. Her hugsi eg um handfaring av amalgan ? blanding av metalli og kyksilvuri, sum vit gjørdu til hvørja tannfylling í lógvanum ? vit eltu so saman við tumlinum, settu á ein spatil ? t.v.s. tannlæknin sjálvur nam ongantíð við blandingina.
Hevur hetta ? ella kann hetta hava havt ávirkan á okkum?