Harra løgmaður - meðan vit bíða.......

Poul Michelsen, løgtingsmaður fyri Framsókn

------
Meðan vit bíða eftir, at Skálafjarðartunnilin skal koma burtur úr skapta hurlivasanum, kundi eg hugsa mær at fingið at vita frá løgmanni, hvar Vágatunnilin og Norðoyartunnilin eru í tunnilspakkanum.
Bæði Vága- og Norð­oya­tunnilin hava sína heimild í løgtingslóg. Lógin loyvir tveimum partafeløgum – sum landið eigur allan parta­peningin í - at byggja, reka og forrenta tunlarnar. Parta­feløgini fáa rætt til at krevja tunnilsgjald fyri at afturgjalda útvegingar­kostnaðin.
Tá útvegingarkostnaðurin er goldin, skulu tunlarnir uttan viðurlag handast land­in­um til ognar. Útveganar­kostnaðurin er fíggjaður við partapeningi og við lántøku.
Í lógunum um Vága­tunn­ilin og Norðoyartunnilin stend­ur m.a. :

Løgtingslóg nr. 18/199 Fast samband um Vest­manna­fjørð
Rættur til tunnilsgerð og eftirlit
§ 1. Stk 1. P/F Vágatunnilin, (skr.nr. 2809/1998)
fær rætt til vega,- brúgva- og tunnilsgerð millum Streym­oynna og Vágarnar um Vest­mannasund og ognar­rætt til lidna tunnilin við til­hoyrandi brúgvum og vegi.
Stk. 2. Lands­verk­frøðings­stovnurin skal góðkenna tunnils­ver­kætlanina, her­undir vega,- brúgva og tunn­ilsgerðina, áðrenn tunn­ils­arbeiðið verður sett í verk.
Stk 3. ”Landsverk­frøð­ings­­stovnurin skipar, und­ir ábyrgd mótvegis lands­stýrismanninum, fyri eftirliti við, at verkætlanin verður framd samsvarandi góðkendu ætlanini, smb. stk. 2.”
stk. 4. Tá útveganar­kostn­að­urin er fult afturgoldin, og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.

Krøv til felagið
§ 7. Stk. 3. Við útveganar­kostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslunar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m.

Løgtingslóg nr. 106/2001 Fast samband um Lorvíks :
Rættur til tunnilsgerð og eftirlit
§ 1. P/F Norðoyatunnilin, stovnað við heimild í løg­tingslóg nr. 168 frá 21. de­sember 2001 um stovnan av partafelagi at gera fast sam­band um Leirvíksfjørð, fær rætt til vega- og tunn­ils­gerð millum Eysturoy og Borðoy og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi vegi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna tunnils­verk­ætlanina, herundir vega- og tunnilsgerðina, áðrenn tunn­ilsarbeiðið verður sett í verk, og skipar í hesum sam­bandi fyri eftirliti við, at verk­ætlanin verður framd samsvarandi góðkendu ætlanini.
Stk. 3. Tá útveganarkostn­aðurin er fult afturgoldin, og P/F Norðoyatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið uttan viðurlag av­hendað landinum til ognar.
Stk. 4. Lands­verk­frøð­ings­­stovnurin, undir ábyrgd mótvegis landsstýris­mann­in­um, stendur fyri arbeiðnum at binda anleggið í landsveg báðumegin, og skal hendan íbinding fevna um ein tunnil undir Leirvíks bygd.”

Krøv til felagið
§ 7. Stk. 2. Við útveganar­kostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslunar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m.

Restlánið í Vágatunlinum er sambært roknskapin 2012 kr. 17,7 mill. og í Norð­oyatunlinum kr. 59,2 mill. Í næstum eru lánini afturgoldin, og so skulu tunnilsfeløgini til at afturgjalda partapeningin uppá tilsamans kr. 395,3 mill. krónur til landskassan. Partapeningurin í Vágatunli­num er kr. 160,3 mill. og í Norðoyartunlinum kr. 235 mill.
Tað hoyrist nú frá ávísum politikarum, at tað ikki er ætlanin at tunnilsfeløgini skulu afturgjalda allan út­veganarkostnaðin, men bert tann partin sum lán­ini um­boða, og at onki tunn­ils­­gjald tá verður tikið fyri farleiðirnar Vágar og Norð­oyggjar.
Mín spurningur til løg­mann er tí :
1. Eru lógirnar nr. 18/1999 og 106/2001 um fast samband um Vestmannasund og Lorvíksfjørð avtiknar ?
2. Um ikki - er so ætlanina at avtaka lógirnar í næst­um ?
3. Um lógirnar framhaldandi skulu virka - hvat er so ætlanin at brúka hesar kr. 395 mill. til ?
4. Innganga tær í samlaða tunnilspakkan hjá sam­gong­uni ?

Tað er hóskandi at fáa hetta upplýst soleiðis, at vit – sum bara undrast og hyggja at – fáa ein møguleika at arbeiða við tunnilsætlanunum, seta røttu spurningarnar og vísa á gongdar leiðir.
Eg vildi, at hesir spurning­ar vóru settir løgmanni, tá tingið kemur saman aftur, men tá er tað ov seint.