Stríðið ímóti hópoyðingarvápnum og serliga kjarnorkuvápnum er vorðið hansara lívs bardagi. Men hann má hugtungur staðfesta, at tað gongur tann skeiva vegin, tá vit hitta tann sympatiska svian í forhøllini á Hotel Føroyum. Tí hóast samlaða nøgdin av kjarnorkuvápnum síðani kalda kríggið er farið úr 55.000 niður í 27.000, eru kjarnorkuvápnini í løtuni aftur í vøkstri.
Og 79 ára gamli Dr. Hans Blix, sum gjørdist heimskendur, tá hann frá 2000 til 2003 stóð á odda fyri umstrídda vápnaeftirlitinum hjá ST í Irak, peikar hvørki á Iran, Norðurkorea ella al-Qaeda sum tann størsta trupulleikan, tá hann ger status.
- Um USA ikki gongur á odda og vísir viljan til at avmarka sínar egnu vápnagoymslur, áðrenn teir krevja hetta av øllum øðrum londum, so gera Russland og Kina tað sama, og so er kapprenningin millum kjarnorkuveldini í gongd. Tað er tað, sum hendir í løtuni, og sum ger bardagan ímóti hópoyðingarvápnum sera truplan, sigur Hans Blix.
Trýstið undan Irak-innrásini
Eftir tvey ár sum svenskur uttanríkismálaráðharri var hann í heili 16 ár – frá 1981 til 1997 – formaður fyri The International Atomic Energy Agency (IEAE) undir ST, hvørs uppgáva var at kanna og hava eftirlit við heimsins kjarnorkuvápnum. Og tá hann í 2000 var “headhuntaður” av Kofi Annan til at standa á odda fyri vápnaeftirlitsliðunum hjá ST í Irak, hvørs uppgáva var at kanna, um Saddam Hussein hevði hópoyðingarvápn ella ikki, kom Hans Blix av sonnum í brennidepilin í heimspressuni.
Fyrst og fremst tí hann ikki leveraði tey úrslit, sum amerikumenn vildu hava. Eftir fleiri hundrað kanningar kundi hann framvegis ikki blástempla høvuðsgrundgevingina fyri at leypa á Irak, sum var, at Saddam Hussein hevði hópoyðingarvápn. ST-trygdarráðið fór í tvíningar. USA og Ongland gingu egnar leiðir. Úrslitið var eitt kríggj uttan eitt ST-mandat. Og kanningarnar hjá Blix og kompaní vórðu steðgaðar, tá innrásin í mars 2003 varð veruleiki.
Hann hevur síðani tosað um tað øgiliga politiska trýstið, sum honum var fyri upp undir innrásina. Tey londini, sum vildu sleppa í kríggj ímóti Irak fyri ein og hvønn prís, royndu alt hvat tey kundu at fremja karaktermorð ímóti honum. Rapportir vórðu skrivaðar, og Blix pástendur, at CIA avlurtaði hansara telefonsamrøður. Neokonservativu heykarnir í Hvítu Húsunum vóru við øðrum orðum alt annað enn fegnir um hendan svian, sum hevði lykilin til eitt vælsignilsi frá ST um at leypa á Irak. Men vælsignilsið kom ongantíð, fyrst og fremst tí harra Blix og hansara eftirlitsfólk ikki funnu tey vápnini, sum kundu legitimera kríggið. Sjálvur yppir hann øksl, meðan hann hyggur út ígjøgnum stóru vindeyguni í forhøllini á Hotel Føroyum.
- Sum vápnaeftirlitsmaður í tænastu fyri ST mást tú halda teg til fakta. Og tað var tað einasta, sum eg gjørdi. Eg fór ikki at billa ST og heiminum inn, at Saddam hevði hópoyðingarvápn, so leingi sum eingi prógv vóru fyri tí, slær Blix fast.
Og tað er hann glaður fyri í dag. Tí tað vísti seg nevniliga, at amerikanska fregnartænastan heldur eingi vápn fann, eftir at Saddam var beindur av vegnum. Ein sannroynd, sum hevur kastað ein myrkan skugga á alt grundarlagið fyri Irak-krígnum, og sum m.a. táverandi amerikanski uttanríkismálaráðharrin Colin Powell opið hevur viðurkent, eftir at hann fór frá.
Tað var annars Powell, sum fór beint ímóti Blix og hansara fólki og helt ta legendarisku Power Point framløguna í ST, sum vístu satellitt-myndir av mystiskum bygningum í Irak, sum sambært amerikansku fregnartænastuni vóru loyniligar verksmiðjur, sum framleiddu dómadagsvápn. Ein pástandur, sum seinastu fýra árini eyðmýkjandi er afturvístur.
Við eini ávísari nøgd av sjálvgleði lenar 78 ára gamli sviin seg afturá.
- Eftirtíðin vísti, at tú sum sivilur embætismaður ikki má geva eftir fyri politiskum trýsti.
Iranskar kjarnorkuætlanir
Síðani Hans Blix og hansara fólk vórðu tikin úr Irak í 2003, hevur maðurin ognað sítt lív til bardagan ímóti hópoyðingarvápnum. Blix er í løtuni formaður fyri eini altjóða kommissión ímóti hópoyðingarvápnum, sum hevur skrivað eina stóra rapport við heitinum Weapons of Terror, og sum inniheldur 60 tilmæli um, hvussu vit sleppa av við ella í øllum førum minka um nøgdina av hópoyðingarvápnum. Samstundis ferðast hann kring heimin við boðskapinum um, at heimurin má standa saman í stríðnum ímóti hesum vápnum.
Hann var eisini millum høvuðspersónarnar í nýggju avtaluni við Norðurkorea um at steðga at ríka uran. Ein avtala, sum í løtuni stendur sína roynd. Og hann er virkin í aktuellu kreppuni millum Iran og altjóða samfelagið, sum snýr seg um, at Iran ikki vil steðga við sínum kjarnorkuprogrammi. Sambært víðgongda shiamuslimska forsetanum Mahmoud Ahmadinejad hava iransku kjarnorkuætlanirnar einans “friðarlig endamál”, men umheimurin er skeptiskur. ST hevur sett revsitiltøk í verk ímóti Iran, men hóast Blix tekur undir við, at Iran eigur at steðgast, metir hann ikki, at núverandi strategi er gongda leiðin.
- ST og USA eiga sum skjótast at seta seg við samráðingarborðið og tosa við iranar, eins og vit á sera væleydnaðan hátt gjørdu við Norðurkorea. Í staðin fyri diplomati eru relatiónirnar millum Iran og serliga USA gjøgnumsúrgaðar av fíggindagering, og Iran kennir seg hótt við aggressiva retorikkin úr Hvítu Húsunum um Rogue States og The Axis of Evil. Iran ynskir fyrst og fremst eitt treytaleyst lyfti um trygd frá USA og altjóða samfelagnum, og tað skulu teir fáa, um hetta er prísurin fyri at steðga kjarnorkuætlanum landsins, metir Hans Blix.
Hann heldur, at sunt diplomatiskt skynsemi hevur verið fráverandi í royndunum at steðga, at Iran fær møguleikan at framleiða kjarnorkuvápn. Og í staðin fyri at nýta Norðurkorea sum modell, har treytaleysur dialogur uttan hóttanir vísti seg at geva úrslit, verður enntá tosa um bumbuálop á Iran.
- Eitt hernaðarligt álop hevði verið katastrofalt og hevði havt øvugtar avleiðingar. Um iranska stjórnin ikki ætlar at framleiða eina kjarnorkubumbu nú, so høvdu teir ætlað tað eftir eitt álop. Bumbuálop á útbúnaðin fyri kjarnorkuframleiðslu seinkar bert gongdini í nøkur fá ár, og eins og við Irak er talan enn um ógrundaðar gitingar um, at landið veruliga ætlar sær hesi vápn. Iran er fleiri ár frá eini skitnari bumbu, og tí er tað alt í verðini ov tíðliga til yvirhøvur at tosa um hernaðarligar loysnir. Mítt ráð er at troyta allar hugsandi diplomatiskar leiðir fyrst, slær Blix fast.
Ónda ringrásin
Og júst prátið um Iran leiðir okkum aftur til tað, sum sambært harra Blix er grundleggjandi trupulleikin. Og tað er, at tey átta londini, sum longu hava kjarnorkuvápn (sí faktakassa), ikki vísa nakran sum helst vilja til at avvápna seg sjálvi, samstundis sum stóru kjarnorkuveldini fara í hernað ímóti øðrum londum, sum menna kjarnorku, og sum kanska – og kanska ikki – hava í hyggju at framleiða kjarnorkuvápn. Tað er sambært Blix himmalrópandi dupultmoralur og ein ónd ringrás, tí statir kenna seg sárbærar uttan ógvusligu vápnini. Úrslitið er ein domino-effekt. Ein hættislig kapprenning um enn sterkari og meiri nýmótans hópoyðingarvápn.
- Tað snýr seg um at skapa eitt altjóða umhvørvi, har hópoyðingarvápn ikki eru neyðug. Men tað vera tey, tá USA, Ongland, Russland og Kina bert økja um kjarnorkuvápnagoymslurnar í eini kapping, sum ger heimin til eitt vandamiklari stað. Og við aktuellu ætlanini hjá amerikumonnum um eitt missilskjøldur í Eysturevropa kenna Kina og Russland seg noydd at dubba seg enn meiri, um tey skulu fylgja við, sigur Hans Blix.
Sjálvur hevði hann ynskt, non-proliferation avtalan um, at nøgdin av kjarnorkuvápnum stigvíst skal minkast, varð fylgd. Avtalan verður eftirmett fimta hvørt ár í ST, seinast í 2005, og niðurstøðan er, at tað í løtuni gongur øvugtan veg.
- Fyri vesturlendsku kjarnorkuveldini snýr tað seg ikki um vápnini sjálv, men heldur um, hvør hevur tey. Pakistan er eingin trupulleiki, tí hernaðarstýrið er ein amerikanskur allieraður, og USA hevur beinleiðis hjálpt India at fáa kjarnorkuvápn, helst fyri at skapa eina alliansu ímóti Kina. Men tá tað kemur til Norðurkorea, Iran og Libya, so eru trupulleikar, tí mann ikki brýggjar seg um, hvør situr við stjórnarvaldinum. Við hesum hugburði verður tað ógjørligt at avvápna heimin, sigur Hans Blix.
Globalisering og yvirgangur
Men mitt í øllum prátinum um hópoyðingarvápn og ræðumyndir um heimsins undirgang er tað kortini eisini rúm fyri bjartskygni í hugaheiminum hjá 79 ára gamla manninum uppi á Hotel Føroyum.
- Globaliseringin hevur elvt til ein ófatiligan interdependens, sum bindur okkum øll saman og ger allar statir úr eystri í vestur úr suðuri í norð tengdar at hvørjum øðrum, ikki minst búskaparliga. At heimurin er tættari samanknýttur enn nakrantíð áður, ger tað minni sannlíkt, at nakar statur í veruleikanum skuldi funnið uppá at nýtt kjarnorkuvápn. Tað er irrationelt, sjálvt fyri sera ivasamar politiskar leiðarar. Hesi vápnini hava hóast alt ikki verið nýtt síðani 1945 (tá USA kastaði tvær kjarnorkubumbur oman yvir japansku býirnar Hiroshima og Nagasaki tann 6. og 9. august í 1945, blðm.), og tí kunnu vit eisini loyva okkum at vera bjartskygd, hóast tað í løtuni gongur skeiva vegin, sigur Hans Blix.
Kona hansara Eva er nú komin av kamarinum og stendur og bíðar í forhøllini. Tey bæði skulu nevniliga ein túr í hagan um eina løtu. Men áðrenn Blix reisist, skundi eg mær at seta honum spurningin um, hvussu tætt altjóða terroristar eru hesum vápnum. Og her tosi eg ikki um nationalstatir og altjóða felagsskapir við eini adressu og einum telefonnummari. Her tosi eg um anonymar yvirgangsbólkar, sum operera uttanfyri nationalstatsligu karmarnar. Bólkar, sum ikki kenna seg alt meiri tengdar at restini av heiminum, sum Blix tosar um, og sum fegnir vilja lata lív fyri einum hægri máli. Nær síggja vit tað fyrsta yvirgangsálopið, har hópoyðingarvápn verða nýtt?
- Well, tað er sjálvandi ein vandi, sum altjóða samfelagið eigur at vísa størsta ans. Men í løtuni hava yvirgangsfelagsskapir heilt einfalt ikki tólini til at framleiða hópoyðingarvápn, og tað letur seg illa gera at framleiða hópoyðingarvápn í loyndum, uttan at landsins stjórn veit av tí. Og so er tað jú kortini ein nationalstatur, sum er involveraður og gevur grønt ljós, um hópoyðingarvápn skulu framleiðast og nýtast. Hendan sannroynd styrkir mína tesu um, at eitt yvirgangsálop við hópoyðingarvápnum er ósannlíkt, metir Hans Blix.
Men hann gevur mær kortini rætt í, at “røttu” vápnini í hondunum á teimum skeivu fólkunum av sonnum er ein “disturbing thought”, sum hann málber seg.
Eva ótolnast, og Hans Blix reisir seg. Gud viti, hvussu ofta hon tilsamans hevur bíðað eftir manninum, sum milt sagt verður yvirfallin av journalistum, hvagar hann so kemur. Men áðrenn hann fer, vendir hann sær á:
- Eg eri ikki pasifistur, og tað er ST-lóggávan heldur ikki. Men kríggj eigur at vera undantakið, meðan diplomati, diplomati og aftur diplomati eigur at vera reglan, sum altjóða samfelagið dúvar uppá, tú stríð taka seg upp. Dupultmoralurin má steðga, og kjarnorkuveldini mugu nú lyfta í felag, tekur Hans Blix samanum.
Og vit vita eftirhondini, hvør adressan er...
Fakta um Hans Blix
Føddur í 1928 í Uppsala í Svøríki. Løgfrøðingur frá universitetinum í Uppsala, doktari við universitetið í Stokkhólm í 1959 og Ph.D. frá Cambridge University. Eftir eina langa yrkisleið sum embætismaður í svensku uttanríkistænastuni var hann í 1978-1979 svenskur uttanríkismálaráðharri. Frá 1981 til 1997 varð hann stjóri á The International Atomic Energy Agency (IEAE) undir ST, og frá 2000 til 2003 stóð hann á odda fyri vápnaeftirlitinum hjá ST í Irak. Hann gav í 2004 út bókina “Afvæbningen af Irak” og er nú formaður fyri Altjóða kommissiónini ímóti hópoyðingarvápnum.
Fakta um kjarnorkuvápn
Átta lond hava í løtuni kjarkorkuvápn. Tey eru USA, Ongland, Frakland, Russland, Kina, India, Pakistan og Ísrael. Hóast samlaða nøgdin av kjarnorkuvápnum er farin úr 55.000 niður í 27.000 síðani kalda kríggið, er nøgdin í løtuni í vøkstri. 188 lond eru limir í Non-proliferation-avtaluni frá 1968, hvørs endamál er at koma niður á 1000 hópoyðingarvápn. Fyrstu og einastu ferð, at kjarnorkuvápn hava verið nýtt, var, tá USA blakaði tvær bumbur oman yvir japansku býirnar Hiroshima og Nagasaki í 1945. USA er eisini tað landið, sum stendur fyri helvtini av útreiðslunum fyri samlaðu nøgdini av kjarnorkuvápnum.