Harra Bjørn Kalsø og Mentunarmálaráðið

Thomas J. Askham
-----
 
Undurritaði hevði ein fyrispurnig viðvíkjandi Kristiligum Lurtara-síggjarafelag her í blaðnum. Til hesa skrivandi løtu er onki svar komið, tað var í desembur 2011, at fyrispurnigurin bleiv settur fram.
Í viku 4 2012 bleiv spurt eftir svarið, enn er tøgn. Lat meg endurtaka spurningin. Hvør er orsøkin til, at Kristiligt Lurtara- og Síggjarafelag misti fasta umboðan í Kringvarpsnevdini og harvið blivu sett á portrið, hvør hevur avgjørt hettar og hví?
Eg hevði vónað og væntað, at kringvarpsnevdin kom við einum svari og eini frágreiðing, men har ræður tøgn, hví so er, er ikki gott at vita, tí vil eg venda mær til tín Bjørn og tykkum í Mentamálaráðnum, um tit kunna geva eina frágreiðing um hetta. Hetta er ikki mín síðsta roynd at fáa svar.