Harpuleikur í Leikalund

Konsert við harpuleikaranum Thomas Loefke verður í Leikalund leygarkvøldið 11.august kl. 21. Konsertin er hin seinasta í røðini hjá “Summartónum 2012”.

 

Á konsertini “Northern Isles Soundscape – concert with slide show” framførir Thomas

 

Loefke harpuleik við íblástri frá sínum mongu ferðum í Føroyum og kring bretsku oyggjarnar.

 

- Tað er sum ljóði frá harpuni tekur ferðina úr dagligdegnum, og tíðin hvílir eina løtu, siga fyrireikarar.