Harpa millum fimm tey bestu í verðini

Fyrst vóru 335 verk úr 37 londum nominerað til heimins størstu heiðursløn innan arkitektur, sum verður latin av Evropasamveldinum annaðhvørt ár. Nú eru bara fimm verk eftir, eitt teirra er Harpa í Reykjavík, sum gøtumaðurin Ásbjørn Jacobsen, arkitektur hjá donsku arkitektafyritøkuni, Henning Larsens Architects, stóð fyri.

Vinnarin verður kosin í Barcelona í maimánaði.

Harpa er júst í kvøld karmurin um stóru íslendsku grand prix kappingina, »Søngva Keppnin 2013«

Harpa er nýggja konserthúsið í Reykjavík, sum er er teknað av arkitektum hjá Henning Larsn Architects. Stóra viðrislønin, sum bygningurin er innstillaður ti, kallast »Mies vander Rohe-virðislønin 2013« Hetta er bara aðru ferð, síðani hendan virðislønin varð latin, at ein donsk verkætlan er við í kappingini. Fyrru ferð var í 2001, tá høvuðssæti hjá Nordea í Keypmannahavn var við í finaluni. Ta verkætlanina høvdu Henning Larsen Architects eisini teknað.

Lesið meira VIÐ AT TRÝSTA HER