Harmur um úrslitið - stoltur av avrikinum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá HB, Jan Dam taka samanum avrikið hjá sínum monnum ímóti FC Levadia úr Estlandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá HB, Jan Dam aftaná HB hevði tapt 0-2, og harvið samlað 1-3 ímóti FC Levadia úr Estlandi.

 

Jan Dam hevði blandaðar kenslur. Hann harmaðist úrslitið, serliga í mun til málmøguleikarnar HB hevði at leggja seg á odda 1-0, ikki minst í fyrra hálvleiki, tá støðan framvegis var 0-0. Jan Dam suffar tungan, og staðfestir, at teir smáu marginalarnir ikki vóru við HB í kvøld. 

 

Um leikliga avrikið sigur Jan Dam, at hann er ein stoltur maður. Serliga um avrikið hjá teimum ungu monnunum, sum mannaðu framrættaða partin av spælinum hjá HB.