Harmur um ljótu orðini

Anfinn Kallsberg, løgmaður, var rættiliga harmur eftir at hava sæð filmin. Ikki so nógv av at hava sæð torføru samráðingarnar aftur. Men av tí at hann í filminum sigur nøkur orð, sum hann ongantíð fyrr hevur sagt fyrr í almennum høpi. Ja, hann snøgt sagt bannaði.
- Sakin er tann, at eftirhondini gjørdist Ulla ein so fastur partur av gerandisdegnum, at man gloymdi, at hon var har. Og so segði man onkuntíð okkurt, sum man ikki átti at sagt. Nú vildi eg ynskt at eg hevði vandað mær eitt sindur betur um orðini, tá Ulla var til staðar, sigur løgmaður.
Anfinn Kallsberg er tó ikki einsamallur um at lata ljót orð fella í filminum. Bæði Høgni Hoydal og onnur lata onkra eið gleppa.
Spurdur um hann var nøgdur við tann hátt, sum hansara egni leiklutur varð lýstur í filminum, sigur Anfinn Kallsberg, at tað er natúrligt, at Høgni Hoydal er meira í fokus enn hann sjálvur.
- Býtið var nú einaferð soleiðis, at Høgni sum táverandi landsstýrismaður við sjálvstýrismálum hevði ábyrgdina fyri allari fyrireikingini av samráðingunum, meðan eg førdi sjálvar samráðingarnar.
Spurdur um hvørja mynd filmurin gevur av samráðingunum, sigur løgmaður, at eftir hansara tykki hevur Ulla Boje Rasmussen megnað at lýst samráðingarnar væl útfrá tí rásarúmi, hon fekk, og sipar her til at filmskvinnan bert slapp við til útvaldar fundir og als ikki slapp við til sjálvar samráðingarnar.