Harmonikuvinir í Siloa í kvøld

Harmonikuvikuskifti er í Fuglafirði, og í kvøld verður sangløta í Siloa við Harmonikuvinum.

Harmonikuvikuskifti er í Fuglafirði, og í kvøld verður sangløta í Siloa við Harmonikuvinum.

 

Úr Fuglafirði siga tey, at góður andaligur felagssangur er á skránni.

 

– Nógvar harmonikur saman við øðrum ljóðførum spæla undir, og eisini verður ein stutt andakt. Sangløtan byrjar klokkan 19 og varir ein tíma, siga tey í Siloa – og leggja detn á, at tiltakið sjálvandi er ókeypis, og at øll eru hjartaliga vælkomin.