Harmonikutreff í Nólsoy

Áhugafelagið fyri Føroyskar Harmonikuspælarar (ÁFH) hevur aðalfund um vikuskiftið úti í Nólsoy

Harmonukutreff

Komandi vikuskifti verður harmonikutónleikur fyri allar pengarnar at hoyra í Nólsoy. Tá hevur ÁFH sín árliga aðalfund í bygdini, og í tí sambandi verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í samstarvi við Stuðulsnevndina fyri Svimjihyli í Nólsoy.
Byrjað verður fríggjakvøldið, tá formligi aðalfundurin verður hildin, og síðani stendur harmonikutónleikur á skránni fyri restina av vikuskiftinum. Vanligt er, at tá ÁFH hevur aðalfund, verður spælt ymsastaðni runt staðin, har fundurin verður hildin. Reint "spontant" møta harmonikulið upp ymsastaðni at hugna um - eitt nú í handlunum í bygdini - og tað ger fólk í góðum lag.
Leygardagin verður eisini skipað fyri konsert á Kaffistovuni, har m.a. sera ungir harmonikuspælarar úr Nólsoy fara at vísa síni kynstur.
Seinni um kvøldið verður so skipað fyri almennum harmonikudansi í Royndarhúsinum, har allir luttakararnir sjálvandi sleppa framat. So er bara at leita dansiskógvarnar fram hjá teimum, ið ætla sær ein "svingom" til harmonikuna hetta vikuskiftið.