Fyrrapartin í dag - um 11.30-tíðina - fara fólk at savnast í gamla skúla á Skarvanesi, har ætlanin er at stovna Sandoyar Harmonikufelag. Við á stovnandi fundinum verða eisini umboð fyri Havnar Harmonikufelag og Føroya Harmonikufelag, umframt at áhugaði í Sandoynni sjálvandi eisini verða við.
Poul Jákup Thomsen, sum í nøkur ár hevur búð á Skarvanesi, er primusmotur aftanfyri stovnanina av harmonikufelagnum, sum ætlandi skal spjaða harmonikutónar og gleði kring um í Sandoynni - til gamans og álvara.
Í eina tíð hava eini 10-15 fólk hvørt mánakvøld spælt á harmoniku, guitar og bass, og nú er so ætlanin eisini at skipa Sandoyar Harmonikufelag, so áhugaðu og góðu kreftirnar kunnu savnast.
Poul Jákup Thomsen sigur, at tá stovnandi fundurin hevur verið í dag, fara tey, sum við eru á Skarvanesi, at býta seg sundur í tríggjar bólkar og fara síðan út á ellisheim og eldrasambýli í Sandoynni seinnapartin at spæla nøkur løg fyri borgarum og starvsfólki.
- Frá klokkan 19-23 í kvøld verður felagssangur á Keldu í Skálavík aftur við góðum harmonikutónleiki, og frá klokkan 23-02 verður góður almennur harmonikudansur á Keldu.
Poul Jákup Thomsen sigur, at endamálið við at stovna eitt harmonikufelag í Sandoynni í fyrsta lagi er at skapa hugna, samanhald og trivnað, og ætlanir eru eisini, sum tíðin gongur, at skipa fyri harmonikuundirvísing fyri børnum í oynni.










