»Harmonikutúrurin« á fløgu

10 ár eru síðani fyrsta harmonikutúrin við Norrönu, og í hesum sambandi er komin út fløga við 19 harmoniløgum

Nú eru liðin tíggju ár síðani, at fyrsti harmonikutúrurin við Norrönu varð gjørdur. hesum helt Pauli Jacobsen tað vera hóskandi at gera nakað burtur úr ? og tí er fløgan, »Harmonikurtúrurin«, vorðin veruleiki.

? Hesin túrurin hevur stóran sosialan týdning ? bæði fyri tónleikarar og ferðafólk, og tað skal vera mín vón, nú vit hava fingið nýtt skip, at undirtøkan verður eins góð og undanfarin ár, sigur Pauli Jacobsen, sum hevur skipað fyri túrunum.
Hann takkar øllum tónleikarum, ferðafólkum o. ø., sum hava verið við til at gjørt hesar túrir minniligar.

Á fløguni er 19 løg ? eins og tað hevur verið vanligt at hava gestatónleikarar við á Harmonikutúrunum, so eru eisini gestatónleikarar við á fløguni, sum pláturfelagið Tutl hevur givið út.