Tá harmonikufestivalur verður í Fuglafirði í døgunum, 24.-26. august, kemur svenski harmonikusnillingurin, Pierre Eriksson, at luttaka á tiltakinum, sum er Føroya størsta harmonikutitak.
Pierre Eriksson er føddur í 1974 í býnum Lerum í Svøríki. Hann vísti seg tíðliga at vera evnaríkur og musikalskur. Pápi hansara spældi eisini harmoniku, og longu sum tvey ára gamal, byrjaði Pierre Eriksson at trýsta á knøttarnar.
Sína fyrstu harmoniku fekk hann sum trý ára gamal. Talan var um eina pianoharmoniku. Men, longu sum fimm ára gamal skifti hann yvir til knappharmoniku.
Sum seks ára gamal luttók Pierre Eriksson í sjónvarpssending á fyrsta sinni, og sum átta ára gamal fór hann á konserferð til USA, har hann spældi saman við so mætum kallum sum Hasse Tellemar og Walter Eriksson.
Pierre Eriksson luttók eisini í svensku meistarkappingini, ”Dragspels-SM” sum 10, 11 og 12 ára gamal og vann tær allar. Hann varð útnevndur ársins spælari í Svøríki 1996, og hann hevur vunnið námsstyrk frá Andrew Walter og Hagstrøm.
Við tíðini hevur Pierre Eriksson ment seg til ein harmonikuspælara av Guds náði, umframt at hann hevur studerað klassiskt klaver og kontrabass. Haraftrat er hann ein íðin komponistur og tónleikafyriskipari.