»Harmonikusamanstoytur« í Hoyvík

Í morgun klokkan fimm minuttir í átta var ein veruligur »harmonikusamanstoytur« í Óluvugøtu í Hoyvík. Ein røð av bilum stóð og bíðaði eftir at sleppa út á Sundsvegin, men brádliga kom ein bilur við nógvari ferð og rendi inn í aftasta bilin í røðini. Stoyturin var so harður, at heili fýra bilar vórðu trýstir saman eins og ein harmonika.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur við Sosialin, at eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum, men bilarnir fingu stóran materiellan skaða  serliga bilurin, ið av fyrstan tíð rendi inn í bíðirøðina.