Harmonikubrak í Fuglafirði

Í dag verður rættiligt harmonikubrak í Fuglafirði, og endað verður við stórum harmonikudansi í kvøld.

Nú harmonikutreff og mentanardagar eru í Fuglafirði um vikuskiftið, varð í morgun byrjað stundisliga við brunsj, sum varaði til middags, og klokkan 10 skuldi gongutúrur gerast niðan til Blábjørg.

 

Kyrja Kafé’in í Mentanarhúsinum læt upp klokkan 10, og klokkan 11 varð barnaleikurin - Óðins eyga - sýndur.

 

Nógv forvitnisligt og spennandi er við Mentanarhúsið frá klokkan 11 til 16 í dag, og her verða ymiskir aktivitetir á sjónum, eitt nú havsvimjing, kajakkir, eins og rib-bátur siglir túrar út til Kalsoynna.

 

Her verður eisini ponyríðing, ymisk spøl og undirhald fyri børnum.

 

Nøkur av teimum somu tiltøkunum, sum byrjaðu í gjár, verða tikin uppaftur í dag, og eitt nú verða Ribarhús og Piddasahandil, Muntra og Regnskjólagøtan á Kirkjuvegi opin.

 

Í dag klokkan 13 verður Bókasavnið karmur um søguforteljing. Hetta tiltak er ókeypis, men her er avmarkað atgongd.

 

Tónleikakafé’in í Mentanarhúsinum byrjar í dag klokkan 13 og varar til klokkan 19.

 

Her fara fleiri at framføra, og fyrstir verða Óli Johannesen og onnur, síðan framføra Nanna og Alex, Suðringar við Poul Hammer - og at enda Nólsoyingar við Hilmari Joensen á odda.

 

Frá klokkan 13 til 19 verður loppumarknaður, tombola, søla av kaffi, vaflum og øðrum við Mentanarhúsið, og klokkan 14 verður Mentanarhúsið eisini karmur um barnabio.

 

Tá klokkan verður 15 í dag, verður stóra tiltakið í Fuglafirði sett, og tað verður borgarstjórin, Sonni á Horni, sum fer at siga nøkur orð, eins og Harmonikufelag Føroya fer at seta dám á løtuna.

 

Klokkan 15.30 verða aftur fleiri framførslur við tónleiki í Mentanarhúsinum við eitt nú Fyn og Klem, Søren Brix, Odd Arne og Reidar Dahle. Haraftrat fara Mogens Bækgaard og Sveriges Cultband at framføra.

 

Klokkan 16 lata Bilasavnið, Bátasavnið og Høvdahúsini upp, og í tímunum millum klokkan 18 og 21 verður Mentanarhúsið karmur um ymiskar tónleikaframførslur, eins og upplestur verður av yrkingum og bókmentum.

 

Frá klokkan 20 til 21 í kvøld verður konsert í Ribarhúsi, og frá klokkan 21 til 23 verður hugnaligt Syngið-við tiltak í Mentanarhúsinum, har Hanna, Terji og Hallur leggja fyri. Her verður eisini góður matur og undirhald. Hetta tiltak er bert fyri tey, sum hava keypt sær armband.

 

Ymiskt annað verður eisini á skránni í Fuglafirði í kvøld, og kvøldið endar við rimmar harmonikudansi við fleiri harmonikum og tónleikarum.

 

Hetta seinasta tiltakið í kvøld - harmonikudansurin - er ókeypis fyri tey, sum hava armband og kostnaðurin fyri tey, sum ikki hava armband, er 150 krónur.