Bulgarski harmonikusnillingurin Peter Ralchev verður við á Harmonikutúrinum hjá Norrønu seinni í mánaðinum. 27. august fer Norrøna harmonikutúr, og millum teirra, sum fara at spæla fyri ferðafólkunum, er tann heimskendi Peter Ralchev. Men hann fer ikki bara at spæla, tí hann skal eisini hava workshop og jamsession við øðrum áhugaðum harmonikuspælarum.
Á ferðini, sum er frá 27. til 29, august, fara fleiri kendir føroyskir tónleikarar at hugna ferðafólkinum. Teirra millum eru Robert McBirnie, Regin og Tommy, Kallar v/Óla Johannesen & Co., Knarkar við millum annað Nick Thomsen og Milson Zachariassen, og Spælimenninir úr Nólsoy við millum annað Finn Hansen ogCharles Gade. Harumframt fara Niels Midjord og Petur Jacob at framføra vísur eftir Evert Taube.