Á aðalfundinum hjá Smyril Line uppi á Hotel Føroyum, varð hetlendski limurin í nevndini ikki afturvaldur, hóast nevndin varð víðkað frá fýra til fimm limir.
- Hetta kom ikki óvart á okkum á sjálvum fundinum. Vit høvdu havt okkara følarar úti og visti tí, hvønn veg tað bar, sigur formaðurin fyri Shetland Development Trust, Josie Simpson.
Hann noyðist nú tungu leiðina niður aftur til Hetlands at greiða frá, at teir, hóast teir eiga 16% av partapeninginum í felagnum, ikki longur hava ein lim í nevndini hjá Smyril Line. Og tað harmast hann stórliga um.
- Eg eri vísur í, at var tað ikki fyri pengarnar, sum vit settu í felagið, var eingin nýggj Norröna komin. Nú hava vit onga ávirkan og mugu meta pengarnar sum mistar, sigur Josie Simpson.
Tað er sjálvandi ein møguleiki at selja partabrøvini, men – sum hetlendngarnir vísa á – hvør vil keypa?
Shetland Development Trust vísir í einum tíðindaskrivi á, at útskiftingin av teirra umboði í nevndini kemst av, at Smyril Line ynskir nevndina at verða meiri »business-like«, og at nevndarlimirnir skulu hava fleiri handilsligar royndir.
Harmur, ikki
vónbrotin
Hetlendingurin, sum hevur sitið í nevndini umboðandi Shetland Development Trust, er Robert Walther Hunter, vanliga nevndur Bobby. Og hann er harmur um, at hansara dagar sum nevndarlimur í Smyril Line nú eru taldir.
- Vit halda annars, at vit hava verið ógvuliga konstruktivir í okkara arbeiði í nevndini. Fyri fleiri árum síðani skutu vit upp, at avmarka vetrarsiglingina, men tað er ikki hent fyrr enn nú, vísir Bobby Hunter á.
Í 2003 var gjørd ein sonevnd partaeigaraavtala, sum var galdandi í fimm ár fram, og sum tryggjaði Shetland Development Trust umboðan í nevndini í Smyril Line. Hendan avtalan gekk út fyri fáum døgum síðani.
- Eg eri sjálvandi keddur um, ikki longur at vera limur í nevndini hjá Smyril Line, men má góðtaka, at felagið ynskir nevndarlimir við handilsligum royndum. Vit skutu annars upp, at víðka nevndina upp í seks limir heldur enn upp í fimm, men tað vann ikki frama, sigur Bobby Hunter.
Reglugerðin fyri felagið loyvir annars upp til sjey nevndarlimir.
Shetland Development Trust eigur 4,4 milliónir pund í partapeningi í Smyril Line, og roknar nú peningin meiri ella minni mistan.