- Vit eru sjálvandi ikki nøgdir eftir eitt slíkt tap. Talan er um ein dyst, sum vit eiga og í øllum førum skulu - vinna.
Petur Simonsen, venjari hjá ÍF, var púrasta greiður um, at talan ikki var um nóg gott úrslit, sum liðið hevði fingið leygardagin, tá teir taptu móti VB/Sumba.
Partvíst, so mundi hetta úrslit eisini tileinkisgera góðu úrslitini, sum ÍF hevur havt seinasta góða mánaðin, og eisini hetta hevði kanska sínar orsøkir, helt Petur.
- Tað vísir í øllum førum, at vit eru sera viðbreknir, tá lyklaspælarar eru burturfrá. Hesa ferð var Alexander úti við skaða, og tað merkti liðið alt fyri eitt.
- Sjávlandi setir úrslitið okkum í eina trupla støðu, men vit mugu so bara vit, um vit klára at arbeiða okkum úr hesum, heldur Petur Simonsen, sum nú setir fokus á næstu uppgávuna, sum verður á Toftum komandi sunnudag.