Hondbóltskappingin er komin á leið fjórðings leið í kappingarárinum, og tó at spenningurin framvegis er stórur í teimum báðum fremstu deildunum, so er einki at ivast í, at flytingar og útsetingar hava sett sín dám á kappingini higartil. Ikki minst í kvinnudeildini, har Stjørnan nú hevur tvey heingipartí eftir.
Formaður í kappingarnevndini er Jógvan Martin Mørk, og hóast hann ásannar, at talan hevur verið um fleiri flytingar, so heldur hann ikki, at nøkur serliga stór orsøk er til ónøgd.
- Sum er, so eru tað altso bara tveir dystir, sum vit ikki hava fingið avgreitt. Og tað eru hasir báðir dystirnir hjá Stjørnuni. Tað týdningarmesta í mínum hugaheimi er, at vit fáa avgreitt dystirnar, heldur enn at avgera teir á skrivaraborðinum. Og við hvørt, so vísir tað seg, at tað er neyðugt við flytingum, fyri at dystir kunnu avgreiðast.
Um orsøkirnar til hetta, sigur Jógvan Martin, at tær kunnu vera so nógvar, men hann ásannar tó, at í einstøkum førum tykist gundarlagið undir eini flyting at vera heldur tunt.
- Tá talan er um høllir, sum eru útleigaðar, ella har tað av øðrum ávum ikki ber til at spæla, so má ein flyting sjálvandi til. Hinvegin má eg siga, at í einstøkum førum er grundarlagið kanska ov tunt. Hópirnir í summum feløgum eru somikið smalir, at fáa tey ein ella tveir skaðar, so vilja tey flyta dystin, og tað kann vera sera óheppið. Skuldi mansliðið hjá Neistanum so útsett allar sínar dystir, til Blagoje Buha aftur er tøkur?
Nýggjan leist
Um mátar, sum trupulleikin kundi verið loystur uppá, sigur Jógvan Martin, at tú helst verður noyddur at hyggja at kappingarstrukturinum.
- Serliga hjá kvinnunum hava vit ein trupulleika. Har eru átta lið, sum skulu spæla fýra ferðir móti hvørjum øðrum. Tað vil siga, at mest sum hvørt vikuskifti og mest sum hvør miðvika er upptikin. Tí er sera trupult at finna pláss til útsettar dystir.
- Her haldi eg, at vit verða noydd at hyggja at kappingarstruktirinum sum heild. Skulu tað verða átta lið í deildini? Skulu hesi spæla fýra ferðir móti hvørjum øðrum? Ella skulu vit kanska leingja kappingarárið? Hetta eru í øllum førum spurningar, sum vit eiga at seta og geva eina seriøsa viðgerð, heldur hann.
Og so leggur hann kanska afturat, at fótbólturin kanska hevur loyst ein stóran trupulleika fyri hondbóltin.
- Frá næsta ári verður tað jú so, at fótbóltskappingin gongur fram til seinast í oktober. Fyrr hevur hondbólturin altíð bíðað eftir fótbóltinum, men tað er í øllum førum vónleyst, at vit skulu byrja seinast í oktober. Og tá kappingarnar so kortini koma at yvirlappa, so er tað kanska eingin trupulleiki kortini at flyta hondbóltskappingina, so hon byrjar í september. Tað vildi í øllum førum givið størri spælirúm til kappingina, eins og eitt longri kappingarár átti at veri mennandi fyri kappingina.









