Rasmus Nielsen, miðvallarleikari í høgru hjá B71 í gjár, heldur, at hansara lið burdi fingið minst eitt stig úr dystinum í gjár. – Vit hava nógvar góðar kjansir har vit skuldu skora, heldur Rasmus Nielsen, sum tískil iðrar seg um, at teir ikki fingu meiri burtur úr dystinum. Ikki minst tí, at EB/Streymur ikki átti at fingið hornasparkið, sum leiddi til seinna málið, metir Rasmus Nielsen. – Tað var rættiliga opinlýst, at vit áttu málspark, og tí var tað eitt sindur spell, at tað varð dømt øðrvísi, heldur Rasmus Nielsen, sum saman við liðfeløgunum gjørdi uppgávuna trupla fyri EB/Streym. – Vit hava staðið okkum væl ímóti teimum í ár. Í dag spæla vit ikki til okkara besta, men geva oddaliðnum dygga mótstøðu. Tað er hugaligt at staðfesta, og gevur okkum góðar vónir til dystirnar, ið eftir eru, sigur Rasmus Nielsen.