Harmast vantandi virðing

- Tað er ógvuliga harmiligt at slíkt skal koma fyri, men tá vit koyra VIP-kortegu, ber ikki til at steðga, heldur ikki tá vit møta einum líkfylgi, sigur Jón Klein Olsen.

Tað fall onkrum fyri brótsið, at bilafylgið við Hendrikki, prinsi, ikki steðgaði, tá tað møtti einum líkfylgi sunnudagin. Men soleiðis eru reglurnar, og tað harmar Jón Klein Olsen, varapolitiinspektør.
- Tað er ein serføroyskur siður at steðga fyri einum líkfylgi og vísa sína virðing, og tað er hartil ein sera vakur siður. Tí harmar hendingin sunnudagin okkum ógvuliga nógv, og tað er eisini nakað, vit hava tosað nógv um. Men reglurnar í slíkum førum eru púra greiðar, og vit mugu undir ongum umstøðum steðga, sigur Jón Klein Olsen.
Hann sigur, at tað, sum lesarin hevur upplýst alt er satt, tó burtursæð frá, at bilafylgið setti ferðina nakað niður, tá koyrt varð fram við líkfylginum.
- Tá VIP’arar so sum tey kongaligu koma til landið, skulu tey altíð hava hægstu trygd. Tað merkir millum annað, at vit skulu halda vakt, meðan tey sova, so tað sigur seg sjálvt, at tað fyllir nógv í gerandisdegnum hjá løgregluni, tá slíkar vitjanir eru, sigur Jón Klein Olsen.
Føroyar verða annars roknaðar sum eitt »low-risk« land, men fyri tað skal trygdin verða í hásæti, og tað merkir eitt nú, at bilafylgið ikki má steðga, heldur ikki fyri at halda ein so vakran sið sum at vísa virðing fyri líki.