Í skrivi, sum leiðslan á Zarepta hevur sent Sosialinum, og sum kann lesast niðanfyri, verður víst á týdningin, sum legurnar hava havt fyri føroysk børn.
Leguarbeiðið, sum Zarepta stendur fyri, byrjaði í 1965 við Áir. Í 1967 varð hús bygt í Vatnsoyrum, og hevur arbeiðið hildið fram har síðan tá – undir karmum, sum eru nógv broyttir.
Leiðslan á Zarepta viðurkennir eisini, at har menniksju eru uppií, er eisini ófullkomileiki, og mistøk verða gjørd – tað er eisini galdandi fyri Zarepta.
- Vit eru signað av at hava nógvar skilagóðar leiðarar, sum gera eitt stórt og gott, sjálvboðið arbeiði, men hóast hetta er tað eisini onkuntíð komið fyri, at leiðarar ikki hava borið seg vísiliga og rætt at, tá ið teir hava tosað við børnini. Vit harmast um slíkan óvísan og óbúnan framferðarhátt, ið summi hava verið útsett fyri á legunum. Hetta er nakað, ið vit taka í álvara og sum vit støðugt viðgera og rætta, sigur leiðslan á Zarepta.
- Samstundis er eisini greitt, at hóast boðskapurin um frelsu við trúgv á Kristus verður kunngjørdur við kærleika og vísdómi, so hendir tað tó, at fólk fáa ástoyt av honum.
Ásannandi hetta, leggja vit okkum støðugt eftir at upplýsa og læra leiðararnar um, hvussu teir eiga at fara at mótvegis børnunum, ið verða send á legurnar.
- Hetta inniber ikki, at vit hava broytt boðskapin, men at vit leggja okkum eftir at bera hann fram á ein slíkan hátt, at hann er so nær kærleiksfulla andanum í Bíbliuni, sum gjørligt, skriva John í Skemmuni, Jens Bech og John Færø vegna leiðsluna á Zarepta.