- Tað er spell, at Dánjal Andreasen gevst eftir so stutta tíð í starvinum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, við Rás2 - Men tað eru eftir øllum at døma persónligar orsøkir til, at hann hevur sagt upp.
- Vit mugu taka uppsøgnina til eftirtektar, og nú fara vit at søkja eftir nýggjum stjóra, sigur landsstýrismaðurin.
Tað var tann 6. mai í ár, at Dánjal Andreasen tók við sum strandferðslustjóri. Tá loysti hann av Jákup Danielsen, sum hevði verið fyribilsstjóri, eftir at Regin Vágadal fór úr starvinum eftir ósemju við Jacob Vestergaard, landsstýrismann.
Dánjal Andreasen er úr Leirvík. Hann kom úr einum starvi sum deildarstjóri á Skipasmiðjuni á Skála, og var í nøkur ár FSF-forseti. Hann hevur eisini verið bygdaráðsformaður í Leirvík.
Tað hevur ikki eydnast at fingið eina viðmerking frá Dánjal Andreasen um uppsøgnina.










