Harmast um U23-kvinnurnar

Formaðurin í Hondbóltssambandinum, Kristian Johansen, harmast um fyrireikingar til onga nyttu, nú U23-kvinnulandsliðið allíkavæl ikki sleppur til Challenge Trophy-kappingina.

Hóast Hondbóltssambandið hevði meldað U23-kvinnulandsliðið til komandi Challenge Trophy-kappingina, er nú greitt, at Føroyar ikki sleppa við á hesum sinni.

Tilsamans høvdu 11 lond meldað til, og spælast skuldi í bólkum við fýra liðum í hvørjum, men nú eru so trý av londunum – Føroyar, Malta og Azerbaidjan – sáldað frá.

Kristian Johansen, formaður í Hondbóltssambandinum, væntar ikki, at henda avgerðin kann broytast, tí tað er hægsta starvsnevndin í EHF, sum hevur tikið hana.

Hondbóltssambandið hevur sent EHF mótmælisskriv við neyvt útgreinandi grundgevingum fyri, hví HSF metir tað vera alneyðugt hjá Føroyum at vera við í kappingini.

Hoyr samrøðu við Kristian Johansen við at trýsta á pílin undir myndini.