Fíggjarlóg
Landsverkfrøðingurin hevur mist kontoina, sum var til at taka, tá gerast skuldu ábøtur og trygdartiltøk á landsvegunum. Tað harmast Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, um.
Oyvindur Brimnes hevur ikki tær stóru viðmekingarnar til fíggjarlógaruppskotið, tí hann hevur ikki nærlisið tað enn, sigur hann við Sosialin.
Hann sigur tó, at stovnurin fær umleið tað sama í pengum, tá tær báðar havnargerðirnar á Drelnesi og á Syðradali verða hildnar upp í móti tí, sum skarvað verður av í vegagerðini.
Hinvegin røkka tær seks milliónirnar til nýgerð av vegum ikki til nógv annað enn avrigging av arbeiðum, sum eru í gongd. Og einki av teimum verður endaliga liðugt kortini, sigur landsverkfrøðingurin. Talan er um trý vegastrekki og ein tunnil.
Tríggjar milliónir eru settar av til Gásadalstunnilin. Tað er tó ikki nóg mikið at gera tunnilin lidnan fyri, sigur landsverkfrøðingurin.
Hann sigur, at við teimum pengunum kann tað gerast koyrandi til Gásadals, men tað verður ikki fyri almennari ferðslu. Kanska okkurt undantaksloyvi til ein postbil, og møguliga onkran, sum býr í Dalinum. Men almenna ferðslan má enn sum fyrr um fjallið, tí tunnilin kann ikki latast upp, fyrr enn hann er heilt liðugur. Soleiðis eru nú reglurnar fyri nýggjar tunlar, vísir landsverkfrøðingurin á.
Tann kontoin undir nýgerð av landsvegum, sum æt »Trygdartiltøk, størri ábøtur og at taka til«, er strikað í fíggjarlógaruppskotinum, sum Karsten Hansen legði fram mánadagin. Hon var á seinastu fíggjarlóg tríggjar miliónir krónur. Men hon kundi væl havt verið størri, tí brúk er alla tíðina fyri henni, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.
Hann harmast serliga um, at hon er burtur, tí hon varð nýtt til íløgur og ábøtur á støðum, sum ofta vóru vandamikil hjá fólki at ferðast á. Eitt nú støðum, har nógv fólk gekk yvir um vegir, ella til ger av busslummum, sigur hann. Hetta er nú burtur, og sostatt verða tey trygdartiltøkini færri.
Ymisk arbeiði, sum eru í gongd, verða ávirkað av nýggja fíggjarlógaruppskotinum. Eitt nú tryggingin og nútíðargerðin av tunlunum. Arbeitt verður hetta árið út fyri teir, pengar, sum eru tøkir. Men har, sum komið verður til á nýggjárinum, verða so tunlarnir standandi. Kanska onkur á hálvum gekki. Uttan ljós ella útsúgving og tað, sum nú verður kravt.
Eitt arbeiði, sum hevur verið í gongd eina tíð, er vegagerðin um Gøtueiði. Har verður liðugt í ár, sigur landsverkfrøðingurin. Í hvussu er so væl, at koyrandi verður eftir nýggja vegnum. Men ivaleyst verður okkurt eftir at hampa fram við vegnum og sovorðið, men tað fer so at bíða, til pengar fáast til tað, sigur hann.