Streymoyar Sjálvstýrisfelag, harmast um, at tingmanningin hjá Sjálvstýrisflokkinum ikki er komin við nøkrum alternativum politikki til avmarking av fiskidøgunum Tað staðfestir felagið í yvirlýsing eftir aðalfund hóskvøldið.
- Vit mugu gera politikk okkara púra greiðan út frá orðingunum í stevnuskrá okkara um at ?gagnnýta fiskastovnarnar burðardygt?.
- Talan er um faklig hugtøk, sum knýta seg at altjóða skyldum og viðurkendum vísindum.
Flokkruin staðfestir, at fiskastovnarnir skulu verjast, so gýtingarstovnur ikki minkar niðurum ráðilig mørk, og fiskideyðin ikki fer uppum ráðilig mørk.
- Veiðan skal skipast soleiðis, at vit sleppa sum mest undan regluliga afturvendandi fíggjarligum kreppum og óskipaðum viðurskiftum, alt til tess at tryggja vinnuni fíggjarligt avkast, landinum skattainntøkur og búskapinum mest íkast.
Felagið takkar annars Kára P. Højgaard fyri gott avrik øll árini, hann var formaður og samstundis harmast tey um móttøkuna, íslendski forsætisráðharrin fekk í Føroyum og staðfestir, at hetta er dømi um, at tað er neyðugt at staðfesta rættindi hjá minnilutabólkum í okkara stjórnarskrá og at tað er neyðugt at játta javnstøðunevndini meiri pening at arbeiða fyri.
Annars sigur felagið, at okkara størsta avbjóðing er at menna útbúgvingarnar í landinum.









