Harmast um makrelin

- Tað, sum harmar meg mest er, at eg ikki fái høvi at býta makrelin út til allar skipabólkar, so sum mest fáa ágóðan av øktu makrelkvotuni, sigur Jacob Vestergaard. - Tá samgongan ikki kann semjast um játtanarkarmarnar, so mugu vit taka tað til eftirtektar.

Tað sigur Jacob Vestergaard nú tað er greitt, at Fólkaflokkurin ikki longur stuðlar samgonguni.

- Eg eri púra avkláraður við støðuna, og Fólkaflokkurin kann ikki standa modell til so nógv øktar útreiðslur á fíggjarlógini, sigur Jacob Vestergaard.

Hann er ikki í iva um, at flokkurin hevur tikið røttu støðuna.

- Sjálvandi eru mál, sum eg harmist um ikki at fáa høvi at føra út í lívið, men vit kunnu ikki vera við til at lata fíggjarlógina flóta, sigur Jacob Vestergaard.

Hann fer nú aftur at taka sætið á Tingi saman við Anniku Olsen, og tað merkir farvæl til Heðin Zachariasen og Rodmund Nielsen, seinni nevndi hevur sitið fyri Óla Breckmann.